Image for post
Image for post

Í 2016 var hann ein viðurkendur, men í heimshøpi púra ókendur professari í sálarfrøði. Í dag er Jordan Peterson ein akademisk superstjørna. Bók hansara, 12 Rules for Life, hevur selt yvir 3 milliónir eintøk og er umsett til 50 mál, hann hevur milliónir av fylgjarum á sosialu miðlunum og hann hevur ferðast kring allan heimin og røðað fyri fullsettum og algoystum mannfjøldum. Hann er, sambært New York Times, fremsti teinkjarin í vesturheiminum í dag. Summi elska hann, summi hata hann. Men fá hava sum Jordan Peterson dugað at birt undir eldhugað kjak um lívsins mest átroðkandi viðurskifti.

Nú sigur ein spildurnýggjur heimildarfilmur alla søguna um hvussu kanadiski professarin gjørdist eitt altjóða fyribrigdi. Og The Rise of Jordan Peterson verður vístur í Løkshøll í Runavík, hóskvøldið 7. novembur kl. …


Image for post
Image for post

Kristni rokkbólkurin I AM eru komnir við nýggjum staklagi, nú teir gera seg til reiðar til stóra hátíðarkonsert saman við P.O.D.

Lagið eitur “Can’t Stand (That Face)” og varð tað framleitt bæði í Føroyum og í Danmark. Alvin Ellebye stóð fyri upptøkuni av ljóðførum í Klaksvík, meðan Søren Mikkelsen upptók sang og stóð fyri heildarframleiðsluni av lagnum í Medley Studios í Keypmannahavn. Søren Mikkelsen hevur fyrr samstarva við donskum nøvnum sum Kim Larsen, Magtens Korridorer og Søren Huss.

“Can’t Stand (That Face)” er eitt av tyngru løgunum hjá I AM. Men hóast tyngd og tónleikaligan ágang, so er lagið melodiøst og fangandi. …


Image for post
Image for post
“girl wearing dress standing near plants” by Joseph Gonzalez on Unsplash

Av øllum teimum tingunum, sum eg eri, so eri eg í onkran grundleggjandi mun fyrst og fremst ein pápi. Eitt foreldur. Annar partur av lívfrøðiliga upphavinum hjá mínum børnum og annar av primeru umsorganarpersónunum hjá teimum. Tað er til mín og mammu teirra, konu mína, at okkara trý børn venda sær fyri at fáa teirra mest átroðkandi tørvir møttar. Kropsliga, men eisini tað, sum man kann kalla andsliga. Moralskt og etiskt. Eitt er spurningurin um hvat er til morgunmat og um allar hosurnar eru reinar og paraðar. Hin spurningurin, tann andsligi, er kanska eitt sindur longri uppi í pyramiduna hjá Maslow, men er minst líka týdningarmikil: Hvussu skulu vit liva? Hvat er rætt og hvat er skeivt? Hvat ger tað rætta rætt og tað skeiva skeivt? Hvussu blívi eg til eitt gott menniskja? …


Image for post
Image for post

Fosturtøkukjakið snýr seg um nógv ting. Men í ein grundleggjandi mun snýr tað seg um ymiskar fatanir av nær lívið byrjar.

Sambært nei-síðuni byrjar lívið tá ið eggið verður gitið. Eitt menniskja fer ígjøgnum nógv menningarstig í lívinum, men hetta er ein menning, sum byrjar tá ið egg og sáð renna saman. Tá blívur persónurin til. Órógvar eingin ella einki nýgitna eggið, so blívur tað til ein nýføðing eini 9 mánaðir seinni. Sum so síðani blívur til eitt barn, ein ungan persón, ein vaksnan, ein eldri, og so framvegis.

Hetta er lívið.

Og lívið er heilagt. Tað vil siga, at lívið er ikki nakað tú órógvar ella oyðir uttan serstakliga góðar etiskar orsøkir. Í sjálvverju kanst tú takað eitt lív; fyri at verja títt egna ella tað hjá øðrum menniskjum. Og út frá hesum prinsippinum loyva flestøll, sum eru ímóti fosturtøku, at fostur kunnu takast um tað stendur lív móti lívi: merkir tað, at mamman doyr um fostrið ikki verður tikið, so kann fosturtøka moralskt rættvísgerast. Men talan er enn um lív. Heilagt lív. Og við tí fylgir eitt stórt etiskt álvarsemi. Eitt álvarsemi, sum merkir at sokallað frí fosturtøka, har hædd ikki verður tikin fyri orsøkum fyri at taka fostrið, ikki kann rættvísgerast moralskt og er tí juridiskt óhugsandi. …

About

Arni Zachariassen

Eg royni at siga tað, sum er týdningarmikið, so væl og so greitt, sum eg klári.

Get the Medium app

A button that says 'Download on the App Store', and if clicked it will lead you to the iOS App store
A button that says 'Get it on, Google Play', and if clicked it will lead you to the Google Play store