Í djúpasta og vakrasta álvarsemi

Knút Háberg Eysturstein
Nov 3 · 9 min read
Portishead í KB-Høllini 4. apríl 2008. Mynd: Jacob Dinesen.

(Ummælið stóð á prenti í einum blaði í apríl-mai 2008. Minnist ikki hvørjum).

Fríggjakvøldið 4. apríl var KB Høllin í Keypmannahavn karmur um konsert við legendariska enska trip hop bólkinum Portishead. Í knapt 3 tímar vendu 3000 knokkar (tvs. 6000 oyru og líka nógv eygu) mótvegis pallinum, har hesin ótrúligi bólkur framførdi.

Portishead var stovnaður í Bristol í Onglandi fyrst í 90unum. Tey gjørdust partur av trip hop rákinum, ið fór um allan heim miðskeiðis í 90unum. Trip hop kann sigast at vera eitt slag av hip hop við generelt seinari tempo, við fittligum íblástri frá jazzi, ambient, blues, soul o.s.fr. Sampling og DJ snildir av ymsum slag spæla eisini sín leiklut. Tað byrjaði við Massive Attack og Tricky fyrst í 90unum, og við Portishead fekk tónleikurin ein markantan filmiskan dám.

Debut plátan Dummy kom í 94, og stakfløgurnar ‘Glory Box’ og ‘Sour Times’ gjørdu nógv um seg. Dummy gjørdi ikki mætari enn at vinna virda Mercury Music Prize í 95. Sjálvnevndi uppfylgjarin Portishead kom í 97, og bjóðaði ein (enn) skitnari variant av Portishead soundinum. Aftaná Portishead frættist einki frá bólkinum, undantikin er tó konsertfløgan Roseland NYC Live frá 98.

Beth Gibbons gav eina soloplátu (Out of Season) út í 2002, og hinir limirnir hava verið við á ymsum øðrum útgávum hjá ymsum øðrum bólkum. Nú eru vit í 2008, bólkurin er skjótt plátuaktuellur (triðja útgávan fer stutt og greitt at eita Third) og ein konsertferð kring Evropa er í gongd.

Aura av intensiteti
Portishead hava eina aura av intensiteti, myrkri og álvarsemi yvir sær. Tað snýr seg um at taka tónleikin og listina í álvara, at framleiða góðan tónleik og spæla góðar konsertir og yvirhøvur gera tingini so væl sum gjørligt. Einki er hálvgjørt, einki verður skundað ígjøgnum. Um tað so tekur 11 (!) ár, at gera eina fløgu, ja so be it! Alt teirra univers er gjøgnumsúrga av integriteti og seriøsiteti.

Turrislig orð kanska, um samanhangurin er tann skeivi, men ikki tá hann er hin rætti, og tað er hann tá um Portishead ræður. Tí var tað við spenningi, at eg og 2999 onnur fóru á konsert í KB Høllini. Eitt av mætastu nøvnunum úr 90unum vendi aftur á pall í norðurlondum, eftir 11 ára steðg.

Miðsavnandi í tónleikinum er røddin hjá songkvinnuni Beth Gibbons. Hon hevur eina eyðkenda, jazzuta rødd við kanti í. Eitt sindur nasal kanska, uppá tann góða mátan. DJ snildir, samplingar og annað habengut hjá Geoff Barrow leggja lunnar undir, meðan málandi gittarfigurar hjá Adrian Utley geva tónleikinum eyka litir. Tey trý Gibbons, Barrow og Utley eru Portishead. Ella; kjarnin í Portishead. Tað eru tey, sum gera tónleikin í upptøkuhølinum. Tá tey spæla konsertir, eru tey aloftast fleiri. Á aktuellu konsertferðini eru seks tónleikarar á palli.

Kling Klang
Leiðin gekk innar í KB Høllina eitt sindur áðrenn kl 20. Komin innar í høllina, leggi eg til merkis at tað sum ljóðaði til at vera óljóð í bakgrundini, faktiskt ikki er óljóð í bakgrundini, men upphitingarbólkurin Kling Klang, ið spælir fyri fullum útblástri. Kling Klang vísa seg at vera rættiliga kul. Haldi teir eru skotar. Ungir fýrar við langum hári og hippie attitudu um alt fimmoyrað.

Tónleikurin er ein áhugaverd hybrid millum Black Sabbath og Kraftwerk! Í øllum førum eru vit andsliga stødd í 70unum. Týskur krautrockur og enskur heavy rockur, tá hesin enn var í síni spennandi og blóðugu føðing. Kling Klang er annars heitið á upptøkuhølinum hjá Kraftwerk í Dusseldorf. Stuttligt.

Bólkurin Kling Klang, ið kanska hevur ein nútímans ættfelaga í íslendsku Apparat Organ Quartet, kom í øllum førum væl frá tí. Eg frætti frá onkrum aftaná konsertina, sum ikki kundi torga tað, men soleiðis er við upphitingarbólkum; ymiskt er hvussu fólk taka ímóti. Eg fari í øllum førum at kanna Kling Klang nærri. Var eg ein sovorin sum gav stjørnur, so fingu teir einar fýra útav seks.

Portishead live í KB-Høllini 4. apríl 2008. Mynd: Jacob Dinesen.

Høvuðsnavnið spenti seg út
…og so var tíðin endiliga komin til Portishead! Tey løgdu fyri við einum nýggjum lagið; ‘Silence’, fyrsta lag av komandi útgávuni Third. Eitt lag við skjótum og næstan primitivum stammu trummum. Geoff Barrows á slagverki, og eminenti live trummarin Clive Deamer hórreiggjar sær øgiligt handan trummurnar. “Tribal” er helst besta orðið, at lýsa huglagið. Fesjuti delay gittarin hjá Adrian Utley legst omaná, so er brádliga ein steðgur í tónleikinum, og so stendur hon har; Beth Gibbons! Hon syngur í mikrofonina, eyðkenda røddin ljómar kring alla KB Høllina og fjøldin er sum nevsligin. Hetta er faktiskt Portishead! Ella; tað er líka við!

Eitt nýtt lag verður spælt aftrat. ‘Hunter’. Meira friðarligt og sveimandi, við stuttligum arpeggio synthesizara. Á nýggju plátuni hava tey skrúvað niður fyri DJ snildum, og hava ístaðin koyrt fleiri synthar á løgini, og hetta klæðir teimum. Á konsertini koyrir einføld og effektiv videolist á stórskíggja aftanfyri bólkin. Fittligir sekvensir av ymsum slag og upptøkur av bólkinum meðan tey spæla; Beth Gibbons meðan hon syngur, high-hatturin hjá Deamer o.s.fr. Har sum tað sker, har sum okkurt er í fokus. Soleiðis er alt kvøldið, og tað riggar.

Tá triðja lagið, klassikarin ‘Mysterons’, ljómar úr hátalarunum er fjøldin á gosi! Jú, hetta ER Portishead! ‘Mysterons’ er fyrsta lagið á fyrstu plátuni Dummy. Tað byrjar við einum sovornum sveimandi Moog temaið. Ljóðar eitt sindur sum tá Mars búgvar leypa á, í onkrum filmi frá 50unum.
Eitt nýtt lag aftrat (‘The Rip’), og so verður av álvara skrúva upp fyri klassikarunum; ‘Glory Box’ og ‘Numb’ leiða øll aftur til ´94, tá Dummy var fesk sum morgundøggin. Ordiliga gott og ógemeina vakurt. ‘Glory Box’ við eyðkenda niðurlagnum; “give me a reason to love you, give me a reason to be, a woman, I just wanna be a woman”.

Beth Gibbons er annars ein dragandi og rættiliga paradoksalur frontfigurur. Hon tykist duld og skroypilig, tá hon stendur har og vendir baki til áhoyrarnar. Spinkla silhuettin sær út til at kunna hvørva, nær tað skal vera. Men tá hon so vendir sær við, og byrjar at syngja við síni inniligu vibrerandi rødd, so kann hon rúnarbinda eina heila fjøld, og fáa trøllvaksnar menn at lippa. Ótrúligt at eini og sami persónur kann rúma nøkrum so viðbreknum, og samtundis hava eina so bergtakandi máttmikla útstráling/songrødd, tíðum í einum og sama andadrátti.

Aftaná eldri tónar gera vit aftur eitt legg framvið nýggju plátuni; ‘Magic Doors’ er eitt væl svingandi lag, har bassisturin (hvørs navn eg sum tað einasta ikki havi fingið við) skarar framúr. Tá ‘Magic Doors’ er lokin, er fjóri Dummy sangurin á skránni. Hesufer er tað ‘Wandering Star’, ið verður framførdur í einum meiri minimalistiskum hami enn vanligt. Eyðkendu trummurnar eru burtur, og einans tey trý Beth, Geoff og Adrian eru á pallinum. Beth syngur, Geoff spælir bass og Adrian spælir gittar. Hetta riggar sera væl. Púra nakið og einfalt, men enn líka intenst, myrkt og álvarsamt. Eg siti har afturi á balkongini, við gallopperandi gásarholdi um allan kroppin. Halga trý hasi fólkini eru kul!

Eftir stillisligar tónar í ‘Wandering Star’, verður tøgnin bókstaviliga brotin við ágangandi ‘Machine Gun’, ið er fyrsta stakfløgan av Third. Helst mest eksperimenterandi tónarnir, ið Portishead hava latið úr hondum. Bulurin í lagnum er maskinbyrsu trummuboksin hjá Geoff Barrow. Hann slær á trummuboksina við trummustikkarum, og úr hátalarunum ljóma elektroniskar rútmur av turrasta slag. Faktiskt forbiðið feitt, tá man hevur vant oyrað við tað!

Geoff Barrow (DJ/multi-instrumentalistur) stóð annars aftarlaga mitt á pallinum undir konsertini, har sum trummuleikarin vanliga situr, tá talan er um klassiska rock pallseting (hjá Portishead var trummuleikarin úti í høgru síðu av pallinum). At Geoff var plaseraður strategiskt mitt á pallinum, er neyvan uttan orsøk, tí maðurin er eitt fokus punkt av eini aðrari verð. Um Portishead var eitt fótbóltslið, so var Geoff Barrow uttan iva liðskipari (ella venjari!)

Maðurin osar av áðurnevnda álvarseminum, og er so konsentreraður at hann sær nærmast illbrýntur út. Hann tykist píska restina av bólkinum avstað, soleiðis at tey í felag spæla sítt besta. Hann er garantur fyri at drive er í tónleikinum, hvørt hann so sýnir fram scratch snildir á vinyl plátum, spælir algoystur uppá slagverk og trummuboks ella setist við gittara/bassi í hond. Løgi at hugsa sær, at hesin úrmælingurin sigst at hata konsertferðir. Tað segði gittarleikarin Adrian Utley í øllum førum herfyri í samrøðu við NME. Tað sæst (ella hoyrist) so ikki á pallinum!

Í seinnu helvt av fyrsta setti, sleppa sangir av næstu útgávuni, Portishead, framat. Plátan er umboða við trimum sangum, allir góðir; krúpandi kassagittari í ‘Over’, nógv for feit Rhodes solo í ‘Only You’ og máttmikil rock og rull finala í ‘Cowboys’, ið endar fyrsta sett. Genialt!

Eykaløgini
Øll eru ovurfegin og peppaði og klappa sum galt tað lívið. Vit klappa, klappa og klappa síðani eitt sindur afturat. Eg renni líka oman í forhøllina, og keypi mær eina t-skjúrtu, áðrenn tær vera útseldar. Tá eg komi uppá aftur, koma Portishead aftur á pallin, og tá eg seti meg niður, byrja tey uppá ‘Threads.

Eitt nýtt lag. Endalag á Third. Á plátuni er endin á lagnum eitt sovori endurtakandi ljóð, ið ljóðar eitt sindur sum ljóði frá einum vita. Eitt “foghorn”, sum tey ensktmæltu rópa tað. Á konsertini er tað gittarin hjá Adrian Utley, ið simulerar “foghornið”, og hann gevur sær góða tíð. Myrkt, frekt og ónt. Tað riggar skidegott!

Næsta eykalagið er hin avbera vakri ‘Roads’ av Dummy. Eitt lag, ið stuttligt nokk verður borið fram av einum Rhodes (orðaspælinum hava tey eisini tjekk á). John Baggot spælir vøkru, einføldu akkordirnar við miklari innliving, Beth syngur fantastiskt, syntetisku strúkararnir fylla rúmið og alt gongur upp í eina hægri eind. Gásarhold en masse.

Adrian Utley tóktist annars at stórhugna sær í KB Høllini hetta leygarkvøldið. Tað er hann sum stendur við konstantum tyggigummi í munninum og spælir feitar gitarstrofur á Roseland NYC DVDini. Í KB Høllini spældi hann sínar eyðkendu skitnu og ópoleraðu tónar, ið so avgjørt eru við til at skapa tónlistarliga samleikan hjá bólkinum. T.d skaraði longda soloin í ‘Glory Box’ framúr, og fór gjøgnum mønu og merg (uppá tann góða mátan).

Gittarljóðið hjá Utley fær meg onkuntíð at hugsa um gamla James Bond temaið hjá Monty Norman og John Barry, eins og ‘Mission Impossible’ hjá Lalo Schifrin. Hetta eitt sindur nasty men eisini klæntrasliga gittarljóðið. Frekt. Tónleikurin og soundið hjá Portishead er jú eisini øgiliga filmiskt, so tað er ikki so løgið at ein hevur hug at assosierað til ymsar løtur og tónar úr filmssøguni. Mætir soundtrack komponistar sum Ennio Morricone, John Barry, Lalo Schifrin og Burt Bacharach teljast eisini millum íblástrarkeldurnar hjá bólkinum.

Tað var eisini ein frægd at síggja, at teir báðir Clive Deamer (trummur) og John Baggot (tangentar) framvegis eru við í Portishead hópinum. Clive Deamer borgar fyri markantum, væl svingandi trummuleiki, ið hóskar seg avbera væl til tónlistarliga úttrykkið hjá Portishead, og John Baggot stendur handan eitt arsenal av synthesizarum og øðrum tangentljóðførum, og gevur tónleikinum sveimandi karakter.

Alt í alt ein genialur og væl mannaður bólkur. Eminentir og dugnaligir tónleikarar, ið hava nakað uppá hjarta. Og sum hava góðan smak! Tað er kanska tað týdningarmiklasta.

Íblásturin frá Portishead
Eitt sum ordiliga gekk upp fyri mær undir konsertini, var hvussu nógva ávirkan hesin bólkurin hevur havt. Sjálvt á nøkrum klettum í Norðuratlantshavi. Her á landi eiga vit eisini bólkar, ið hava fingið fittligt av íblástri frá Portishead. Gøtiska rákið, ið byrjaði fyrst í hesi øldini, var t.d inspirerað av Portishead.

Í 1999 vitjaði føroyski/amerikanski/norski bólkurin Glorybox í Føroyum á fyrsta sinni, og tann vitjanin var við til at slóða fyri fleiri tingum. Glorybox vóru somikið inspireraði av Portishead, at tey m.a tóku navn eftir einum lagi hjá bólkinum. Glorybox settu eisini nakrar skjálvtar í gongd her á landi, og bólkar sum Clickhaze, Marigold og Gestir tóku táttin upp. Í Marigold og Gestir lurtaðu vit í øllum førum nógv eftir Portishead. Eg haldi at man hoyrir okkurt essentielt Portishead-sligt í øllum tí tónleikinum.

Aðrir bólkar sum t.d Makrel hava eisini fatað andan í tí. Eisini nýggjari nøvn sum Heiðrikur á Heygum. Eg sat undir liðini á honum undir konsertini, og systur mín gjørdi meg varhugan við at ein hoyrir týðiliga, at Heiðrik hevur lurtað nógv eftir Portishead og røddini hjá Beth Gibbons.

Íblástur er eitt stuttligt ting. Skjálvtar byrja og ferðast víða um, eins og ringar í vatninum, og tú hoyrir ekkó rundanum teg í langa tíð aftaná. Á ein hátt var tað stuttligt at fara á Portishead konsert, og hoyra hvar “tað” byrjaði. Ella í øllum førum hvar nøkur ávis ting byrjaðu. Kendi tað eitt sindur sum at eg “konnektaði” við okkurt onkursvegna. Tað var (eisini) eitt feitt ting við konsertini.

Allar síðsta lagið hetta fríggjakvøldið er eisini nýtt. Áðurnevnda “tribal” huglagið fer hesufer í fullkomiliga primalt overdrive, tað gongur skjótt fyri seg og beatið dukar so tað rungar eftirí. Ordiliga feitt og ein virðiligur endi á eini longu genialari konsert. Lagið eitur hvørki meir ella minni enn ‘We Carry On’. Mín sann Portishead; tað gera tit sku!

Var eg ein sovorin sum gav stjørnur, so fingu tey einar fimm útav seks (man pjøvist ikki at yvirdríva, ha?)

Portishead í KB Høllini, Keypmannahavn 04/04/08:
Silence
Hunter
Mysterons
The Rip
Glory Box
Numb
Magic Doors
Wandering Star
Machine Gun
Over
Sour Times
Only You
Nylon Smile
Cowboys

eykaløg:
Threads
Roads
We Carry On

Welcome to a place where words matter. On Medium, smart voices and original ideas take center stage - with no ads in sight. Watch
Follow all the topics you care about, and we’ll deliver the best stories for you to your homepage and inbox. Explore
Get unlimited access to the best stories on Medium — and support writers while you’re at it. Just $5/month. Upgrade