Ummæli — Visible Fish og Clickhaze í Losjuni (1999)

Knút Háberg Eysturstein
Nov 2 · 3 min read

(Greinin stóð á prenti í Dimmalætting 28. apríl 1999. Hetta var fyrsta greinin, sum eg hevði á prenti í føroyskum blaði.)

Ummæli av konsert við Visible Fish og Clickhaze í Losjuni í Gøtu fríggjakvøldið 16. apríl 1999.

Tað var eitt vanligt fríggjakvøld eins og øll onnur fríggjakvøld. Konsert skuldi vera í Losjuni í Gøtu við Visible Fish og Clickhaze. Hon var lýst at byrja kl 22.00. Eg var á staðnum kl. 22.30 og var stemningurin tá eitt sindur “snedigur”. Har var alt ov ljóst inni og tey fáu, ið vóru møtt upp, sótu har og vistu ikki rættiliga hvussu tey skuldu fyrihalda seg.

Men eg fall ikki í fátt. Eg visti av erfaring, at tá Visible Fish spælir konsert, virkar nógv dumt og tilvildarligt at byrja við, men sum kvøldið líður, fellur alt uppá pláss og góðar løtur koma og fara. Hetta hendi eisini hesaferð. Petur annonseraði at teir ætlaðu at spæla nógvar gamlar sangir, ið teir ikki høvdu spælt í langa tíð, og bað áhoyrararnar umbera teir.

Í tí teir byrjaðu við sanginum ‘Neon Ash’ bleiv ljósið spakuliga dempað og eg hugsaði við mær sjálvum: “hetta verður gott”. Og so var. Teir spældu nógvar gamlar sangir og spældu teir sera væl. Teir spældu ikki tann fyrsta men tann næsta og tann triðja sangin teir gjørdu tá einaferð í 1992, tá jørðin var yngri og Cobain var á lívi.

Teir spældu eitt sera gott sett og so var tíðin komin til Clickhaze. Tey byrjaðu við ‘Hail The Freaks’, ella eisini var tað ‘Strap-on Messiah’, og ein kensla av vælveru og discogospel-stemningi fylti rúmið. Konsertin var skipað soleiðis, at fyrst spældi ein bólkur og so hin og so aftur ein og so hin og so framvegis. Eg minnist ikki hvør spældi nær og hvussu ofta, men eg minnist tær góðu løturnar við góðum tónleiki.

Kultur-clash
Eitt, ið setti dám á konsertina, var, at hetta var seinasta ferðin ið trummarin Malik spældi við Clickhaze. Hann fór niður dagin eftir og eg ivist ikki í, at tey fara at sakna hann. Tó kann man siga at hann fekk eitt ordiligt farvæl.

Tá alt var komið at enda ynskti Malik at spæla sangin ‘Bróður Judas’, ið Visible Fish hevur við á Grótføroyskt plátuni. Hesin sangurin hevur djembe-trummur og slagverk við, so tað riggaði væl. Bólkarnir Visible Fish og Clickhaze stóðu nú báðir saman á pallinum og vóru tey annonseraði sum “Clickfish — fyri fyrstu ferð nakrantíð”. Sangurin bleiv til eitt langt jam og til síðst fóru Kristian-manager og skrivari hansara eisini upp at trumma.

Fleiri av áhoyrararunum fóru upp á gólv og bleiv hesin sangur eitt satt kultur-clash: Føroyskt kvæði og føroyskur dansur, amerikanskur rockur og afrikanskar trummur! Á henda hátt fingu vit øll sagt ordiliga farvæl við Malik. Nú var konsertin liðug og nú manglaði bert at koyra onkran heim og so at feiða í Losjuni.

At enda skal sigast til allar dómarar, “spejdarar”, plátufelagsfólk og onnur, at tit burdu verið har. Har var eingin roykur og eingi ljós (uttan stearinljós), einki sjónvarp og einki útvarp, og næstan eingin fólk, men har var TÓNLEIKUR! Eingin seldi seg, og eingin stjól har var bara góður tónleikur, og tað var nokk.

Written by

Greinar, bloggar og ummæli úr mínum skrivliga lívi. Um tónleik, film, mentan og hugvísindi.

Welcome to a place where words matter. On Medium, smart voices and original ideas take center stage - with no ads in sight. Watch
Follow all the topics you care about, and we’ll deliver the best stories for you to your homepage and inbox. Explore
Get unlimited access to the best stories on Medium — and support writers while you’re at it. Just $5/month. Upgrade