Í alt eru 200 børn og ung skrásett í føroysku psykiatriini. Sálarheilsan hjá ungum føroyingum er góð, staðfestir ein nýggj kanning, men samstundis vísa tøl, at ung í Føroyum taka meiri antidepressivan heilivág enn ung í millum annað Danmark og Noregi. Ung í Svøríki og Íslandi taka tó meiri antidepressivan heilivág enn ung í Føroyum.

Liggjandi á láni

Tað er trupult at fáa stuðul til samrøður hjá sálarfrøðingi. Hetta kann vera ein orsøk til, at ung í Føroyum taka alsamt meiri antidepressivan heilivág. Myndugleikarnir eiga at taka støðu til trupulleikan, siga sálarfrøðingar.

Tað kostar eini 70 krónur at fáa heilivág ímóti tunglyndi til ein heilan mánaða. Bara ein einkultur tími hjá einum sálarfrøðingi kostar fleiri hundrað krónur, og tað er trupult at fáa landið at hjálpa tær við rokningini. Tað kann vera orsøkin til, at alsamt fleiri ung í Føroyum brúka heilivág til at basa tunglyndi og angist.

Annika Helgadóttir Davidsen er forkvinna í felagnum fyri sálarfrøðingar, og hon og starvsfelagar hennara eru stúrin.

Trupulleikin við heilivági er, at tað liggja nógvir óloystir trupulleikar eftir. Heilivágurin kann aldrin loysa trupulleikar á sama hátt sum samrøðuviðgerð, sigur Annika Helgadóttir Davidsen og leggur dent á, at tað kann fáa stórar avleiðingar, um man sum sálarsjúkur ikki fær røttu viðgerðina.

Annika Helgadóttir Davidsen er ørkymlað um, at heilivágurin framvegis verður tikin framum í føroyska heilsuverkinum, meðan gransking í fleiri ár hevur víst á, at samrøður við sálarfrøðing geva eins góð úrslit — uttan hjáárin.

Og tað er kanska av røttum, at tølini fyri nýtslu av antidepressivum heilivági millum ung í Føroyum eru orsøk til ørkymlan. Meðan nýtslan í londum rundan um okkum er lækkað vegna stór átøk á økinum, er nýtslan í Føroyum tvífaldað. Tað vísir ein norðurlensk kanning.

Men tá tú spyrt teg fyri millum fakfólk, so er tað ikki bara prísurin, sum er skeivur. Tú noyðist at leita fleiri áratíggju aftur í tíðina, og mást grava djúpt niður í heilsuskipanina, um tú vilt finna rótina til trupulleikan, siga tey.

Karolina Danielsen er mamma at fýra børnum, men hevur ofta hugsað um at flyta niður til elsta sonin, sum er fluttur undan eini skipan, sum sambært henni ikki rúmar honum. Sonurin er fyrrverandi rúsevnismisnýtari. “Í Danmark fær hann alla ta hjálp, hann hevur tørv á, og hann torir ikki at flyta heim aftur til Føroya”, fortelur hon. Sonurin, Mortan, hevur síðan apríl í fjør verið í viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu og hevur nú verið clean í hálvtannað ár. Mortan er fluttur av viðgerðarstovninum, men ætlar sær ikki aftur til Føroya. Karolina sær vantandi samrøðuviðgerð sum eina avgerandi orsøk til, at Mortan endaði í misnýtslu.

Vantandi viðgerð sendi familjuna út í limbo

Karolina Danielsen er ein av teimum, sum kennir avleiðingarnar alt ov væl.

Eg skilji ikki, hvussu tað kann vera so lætt at fáa útflýggjað heilivág. Samrøðuviðgerð má vera ein partur av loysnini. Tú kanst ikki bara geva tablettir, sigur hon.

Sonur hennara skuldi ígjøgnum eina umfatandi rúsevnismisnýtslu, sum mundi tikið lívið av honum, áðrenn hann fekk ta hjálp, sum honum tørvaði. Men hjálpina fann hann ikki í Føroyum. Ein morgun í apríl í fjør var støðan so ring, at Karolina Danielsen ikki dugdi at síggja annan útveg, enn at venda føroyska heilsuverkinum bakið og taka eitt flogfar til Danmarkar við soninum. Tá hevði hon í fleiri dagar roynt at fingið hjálp til sonin í Føroyum.

Tað var longsta flogferðin í mínum lívi. Sjálvt um ferðin í veruleikanum var akkurát líka long, sum hon plagar.

Umborð á flogfarinum vendi ein fremmand sjúkrasystir sær til Karolinu, tí hon sá týðiliga, at Mortan var illa fyri. Og tá hann fáar tímar seinni kom fram á viðgerðarstovnin Kongens Ø, varð eisini staðfest beinavegin, at Mortan hevði brúk fyri bráðfeingis hjálp. Í pappírunum stendur, at Mortan var so mikið eitraður av rúsevnum, at hann var í lívsvanda.

Ynskið hjá Karolinu er, at føroyska heilsuverkið skal gerast ført fyri at taka sær av borgarum, áðrenn tað er ov seint. Áðrenn tey enda sum Mortan. Hon er sannførd um, at rúsevnini komu bara upp í leikin, tí sonurin hevði undirliggjandi trupulleikar, sum hann ikki fekk røttu hjálpina til. Tá Mortan fekk staðfest tunglyndi, fekk hann útflýggjað heilivág. Og Karolina setir enn spurnartekin við, hví samrøður við sálarfrøðing ikki var størri partur av hjálpini, sum heilsuverkið bjóðaði.

Avleiðingarnar eru stórar. Ikki bara fyri tann sálarsjúka, men fyri alla familjuna. Tí hevði Karolina ynskt, at familjan var inndrigin í viðgerðini á psykiatrisku deild. Men sambært Karolinu var tað trupult at fáa kunning um viðgerðina av soninum, tí hann var fyltur 18 ár. Tá sonurin flutti niður á viðgerðarstovn var kortini eingin trupulleiki at fáa innlit í viðgerðina. Ein týdningarmikil partur av viðgerðini snýr seg nevnliga um at inndraga familjuna.

Rætti heilivágurin fekk sonin inn á røttu kósina

Sonur Karolinu hevur kanska altíð havt onkur tekin. Og kanska skuldi hon verið betur til at fingið eyga á trupulleikarnar, sigur hon sjálv. Men hon kemur ikki uttan um at geva heilsuverkinum ein part av ábyrgdini. Skipanin var ikki nóg væl ílatin, sigur hon. Eiheldur tá Mortan var endaður í umfatandi rúsevnismisnýtslu var, sambært mammuni, nøkur hjálp at finna í Føroyum.

Eftir nøkrum mánaðum á viðgerðarstovninum í Danmark fekk Mortan staðfest ADD. Hann fær nú hóskandi heilivágin og hevur verið clean í hálvtannað ár.

“Róligur og perfektionist”. Hetta eru orðini, mamman lýsir smádrongin Mortan við, sum her er sjey ár og heldur síni nýføddu lítlusystir.
Tunglyndi er tann vanligasta av øllum sálarsjúkunum. Sambært WHO hava fleiri enn 300 milliónir menniskju í heiminum tunglyndi, og tøl vísa, at fimti hvør dani verður raktur av tunglyndi minst einaferð í lívinum. Í Føroyum eiga vit eingi tøl fyri tunglyndi, men tað liggur nær at hugsa, at tølini líkjast donsku tølunum, sigur forkvinnan í felagnum fyri sálarfrøðingar

Óvist um heilivágur riggar

Í eini kanning verður staðfest, at samrøðuviðgerð gevur líka góð úrslit sum heilivágur. Ein onnur kanning staðfestir, at placebo hevur eins góða ávirkan sum antidepressivur heilivágur.

Tí er tað óskiljandi, at heilivágur enn verður favoriseraður, sigur Annika Helgadóttir Davidsen, forkvinna í felagnum fyri sálarfrøðingar.

Og meðan okkara grannalond hava framt fleiri átøk fyri at tálma nýtsluni av antidepressivum heilivági, bara veksur nýtslan í Føroyum, og tað er framvegis trupult at fáa hjálp frá landinum til at rinda fyri samrøðuviðgerð. 
Ein tími hjá einum sálarfrøðingi liggur um 900 krónur, og fært tú stuðul frá Heilsutrygd, noyðist tú framvegis sjálv at rinda 60% av rokningini.

Um tú vilt hava hjálp frá Heilsutrygd til at rinda fyri sálarfrøðing, skalt tú fyrst til tín egna kommunulækna. Treytin fyri at tú tá fært hjálp er, at tú hevur verið úti fyri ferðsluvanlukku, neyðtøku, kynsligum ágangi ella at onkur í familju tíni antin er sálarsjúkur, álvarsliga likamliga sjúkur ella deyður. Tú kanst eisini fáa hjálp, um tú hevur aborterað. Men um tú ikki hevur verið úti fyri eini álvarsligari hending, men kortini hevur tað sálarliga ringt, er tað torført at fáa hjálp.

Fyri at fáa útflýggjað heilivág ímóti tunglyndi, skalt tú fylla út eitt skjal hjá kommunulæknanum. Men tað er eingin treyt, at tú skalt hava verið úti fyri eini álvarsligari hending, sigur Marius Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum.

Sálarfrøðingar eru ónøgdir

Júst sum sjúklingar í psykiatriini mangan hava víst á brek og manglar í skipanini, so gera starvsfólk eisini vart við sína ónøgd. Sálarfrøðingar hava fleiri ferðir víst á, at tað er ov trupult hjá føroyingum at fáa stuðul til samrøðu hjá sálarfrøðingum. Tað hava sálarfrøðingar sjálvsagt ein fíggjarligan áhuga í, tí jú hægri stuðul verður latin teirra viðskiftafólkum, tess fleiri samrøðutímar hava viðskiftafólkini ráð at keypa.

Men fyrr í ár sendi felagið fyri føroysk sálarfrøðilesandi eina almenna áheitan til myndugleikarnar um at raðfesta sálarsjúku, tí tey stúra fyri sínum framtíðarmøguleikum í Føroyum.

Vit ynskja at brúka okkara førleikar í Føroyum, men tað krevur raðfesting, um vit skulu koma heim aftur, skriva tey.

Í løtuni eru 50 føroyingar undir útbúgving sum sálarfrøðingar. Og felagið sigur, at ein stórur partur av teimum lesandi ynskja at flyta heim aftur til Føroya. Men størv vanta, og tí eru útlitini fyri eini framtíð í Føroyum óviss.

Tey lesandi vísa á, at bíðirøðin til sálarfrøðing í psykiatriini er long, og at rúm er fyri fleiri sálarfrøðiligum tænastum í Heilsuverkinum.

Karin Kjølbro hevur fylgt við í gongdini á psykiatriska økinum í Føroyum síðani 1969, tá føroysk sálarsjúk sluppu heim aftur til Føroya. Karin var leiðari á kriminalforsorgini í útvið trý áratíggju og hevur havt tætt samstarv við psykiatriina. “Tey royna alt, tey eru ment”, sigur hon.

Men seinastu árini eru nøkur týdningarmikil fet tikin. Eitt nú er ein økispsykiatri sett á stovn. Tað merkir, at starvsfólk í psykiatriini nú kunnu traðka útum bygningin á Landssjúkrahúsinum og fara heim til sínar sjúklingar at veita teimum hjálp. Á tann hátt sleppur ein partur av sjúklingunum undan at vera innløgd.

Fólkaheilsuráðið fór í summar undir verkætlanina ABC fyri sálarheilsu, og ráðið hevur staðfest, at tað er á sálarheilsuøkinum, at fólk í okkara samfelag kenna størstan trega.

Fyrr í ár var eisini ein umfatandi kanning gjørd millum føroyskar miðnámsskúlanæmingar. Kanningin vísti, at ung í Føroyum hava betri sálarheilsu enn miðal ungdómurin í Norðanlondum.

Ta niðurstøðuna kennir Karin Kjølbro aftur.

Man var altíð vísur í, at føroyingar vóru meiri sálarsjúk enn onnur, tí vit eru so fjarskotin og inngift, sigur hon og vísir á, at ein granskari longu í 1992 staðfesti, at sálarheilsan hjá føroyingum líkist sálarheilsuni hjá fólkum í grannalondum okkara. Men vit hava avbjóðingar, heldur hon fram.

Frá stovuvindeyganum hjá Karini sæst beint niðan á Landssjúkrahúsið og psykiatriska depilin. Hon heldur, at bygningurin er tristur, men í so máta avspeglar hann sera væl raðfestingina av psykiatriini, sigur hon.

Fyri stuttum fekk psykiatriin játtað tríggjar milliónir til fríðkan og umvæling av bygninginum, og um fá ár fær depilin heilt nýggj høli.

Tá vit skuldu byggja eina psykiatriska deild í Føroyum, fingu vit eina tekning sendandi úr Danmark. Danir høvdu skrottað hana, tí hon var for ljót, fortelur Karin Kjølbro.

Karin hevur líka frá byrjanini fylgt væl við í gongdini á psykiatriska økinum. Hon fortelur um ta tíðina, tá føroyingar við sálarsjúku vórðu send av landinum.

Psykiatriski depilin varð bygdur í 60'unum. Fyri stuttum vórðu tríggjar milliónir settar av til fríðkan og umvæling av psykiatriska deplinum. Um nøkur ár flytir depilin í heilt nýggj høli.

Longu í 1929 skrivar Løgtingið til danska løgmálaráðið og boðar frá, at tey vilja hava eina psykiatriska deild við 70 seingjarplássum. Føroyingar vildu hava sínar borgarar heim — sálarsjúk ella ei.

Men føroyingar ynsktu sær eisini ein landsveg, og tá heimurin fór á húsagang í 1930'unum rukku pengarnir ikki til bæði.

Og vit valdu landsvegin, brestir úr Karin. Hon brúkar søguna sum eina mynd upp á, hvussu føroyingar hava raðfest onnur øki fram um tað psykiatriska.

Ein heimsbardagi kom ímillum, og tað skuldu ganga fjøruti ár, áðrenn føroyingar í 1969 kundu taka ímóti sínum sálarsjúku borgarum.

Seingjarplássini vóru tá fýra í tali. Síðan vaks talið til 89, men í dag hava vit 26 seingjarpláss á psykiatrisku deild.

Hóast nógvar atfinningar hava verið mótvegis skipanini, sum ger tað trupult at fáa hjálp til samrøður hjá sálarfrøðingi, so liggur spurningurin framvegis á láni. Føroyska skipanin hevur forsømt sonin, sigur Karolina Danielsen, sum framvegis livir í óvissuni um, hvørt hon nakrantíð fær savnað familjuna saman aftur í Føroyum.

Framleiðsla: Tróndur Dalsgarð og Birgith Lassen /Publikkin Media fyri Kringvarp Føroya 2017
One clap, two clap, three clap, forty?

By clapping more or less, you can signal to us which stories really stand out.